Amerikanski filmleikstjórin Abdel Ferrara fer nú at gera ein film um gøluna, sum noyddi Dominique Strauss-Kahn at siga seg úr tí máttmikla stjórastarvinum í Altjóða Gjaldoyragrunninum, IMF.
Ferrara sigur við franska blaðið Le Monde, at tann kendi leikarin Gérard Depardieu skal spæla leikolutin sum Strauss-Kahn, og at Isabelle Adjani fær leiklutin sum kona hansara, Anne Sinclair.
Dominique Strauss-Kahn mátti frá sum IMF-stjóri, tá ein kvinna skuldsetti hann fyri kynsligan ágang á einum hotelli í New York, har kvinnan arbeiddi. Amerikanska ákæruvaldið slepti seinni skuldsetingini.
Undan gøluni bendi nógv á, at tann nú 62 ára gamli Dominique Strauss-Kahn hevði vunnið franska forsetavalið í ár, um hann hevði stillað upp, men tann møguleikin er fokin.