Tá ein landsstýrismaður fer úr starvi sínum og tekur sæti á tingi aftur, fær hann tvær almennar lønir. Tí umframt lønina hann fær sum tingmaður, ið er 36.242,04 krónur um mánaðin og 2000 skattafríar krónur í borðfæi, varðveitir hann landsstýrismannalønina í seks mánaðir eftir, at hann fer frá sum landsstýrismaður.
Lønin hjá einum landsstýrismanni er 49.845,44 krónur um mánaðin. Sostatt fær til dømis Kári P. Højgaard, sum varð loystur úr starvinum sum landsstýrismaður tann 5. september, tilsamans 86.087,48 krónur um mánaðin í seks mánaðir, umframt 2000 skattafríar krónur um mánaðin. Hetta er sjálvandi ikki einans galdandi fyri Kára P. Højgaard, men fyri øll landsstýrisfólk, sum fara aftur í tingið, tá teirra skeið í landsstýrinum er runnið.
Kári ger einki
Kári P. Højgaard hevur annars áðrenn hann gjørdist landsstýrismaður arbeitt fyri at broyta hetta. Tvær ferðir hevur hann lagt uppskot fyri Løgtingið um at avtaka hesa skipan, sum tryggjar fráfarnum landsstýrisfólkum dupulta løn í eitt hálvt ár.
Tað hevur tó ikki eydnast honum at fáa hesi uppskot samtykt, og tí er gylta fráfaringaravtalan hjá landsstýrisfólkum framvegis galdandi. Og tað fær Kári P. Højgaard nú ágóðan av.
18. september varpaði Sosialurin ljós á hetta. Tá var Kári P. Højgaard politiskt korrektur og segði, at nú hann sjálvur er endaður í júst tí støðuni, ið hann sum løgtingsmaður hevði arbeitt so hart í móti, so var hansara sannføring enn tann sama sum áður:
- Eg haldi framvegis, at tað líkist ongum, segði hann við blaðið.
Hetta var ein av teimum bíligu umgangunum hjá Kára P. Højgaard. Hatta er tað, hann eigur at siga, men at gera nakað við ”trupulleikan”, sum næstu seks mánaðirnar gevur honum eina eykaløn á 36.242,04 krónur um mánaðin, tænir ikki nøkrum endamáli, helt hann.
- Eg havi lagt uppskotið fram tvær ferðir og tað var eingin undirtøka fyri tí yvirhøvur. Leggi eg uppskotið fram einaferð aftrat, vænti eg, at hetta fer at verða fatað sum um, at tað er bara fyri at tekkjast veljarunum, segði Kári P. Højgaard.
Sostatt sigur formaður Sjálvstýrisfloksins, at hann heldur vil hava dupulta løn frá tí almenna, enn at verða skýrdur populist. So mikið fyri ta politisku korrektheitina.
Kaj Leo ger heldur einki
Tá Kári P. Højgaard, í bangilsi fyri at verða skýrdur populist, ikki ger meira við, at hann fær tvær almennar lønir, hóast hann bara røkir eitt alment starv, so er nærliggjandi at spyrja løgmann, Kaj Leo Holm Johannesen, um hann fer at gera nakað fyri at broyta hesar órímiligheitir?
- Eg havi ikki arbeitt við málinum, og tað fari eg heldur ikki at gera. Eg havi onnur og størri mál at arbeiða við, sigur løgmaður. Kaj Leo Holm Johannesen vísir á, at hann millum annað arbeiðir við samsýningum og eftirløn hjá landsstýrismonnum. Somuleiðis er hann farin at hyggja upp á nevndarsamsýningar, men hann hvørki hevur gjørt ella fer at gera nakað við dupultu lønirnar, sum Kári P. Højgaard og fleiri við honum fáa og hava fingið.
- Eg fái heldur ikki meiriluta fyri einum slíkum uppskoti, leggur Kaj Leo Holm Johannesen aftrat. Við øðrum orðum sigur løgmaður, at meirilutin av Føroya Løgtingi ikki ynskir at avtaka hesa lukrativu fráfaringaravtalu, sum løgtingsfólk hava samtykt skulu vera galdandi fyri tey, um tey gerast landsstýrisfólk og so koma aftur í tingið.