Ger eina íslykt til jóla

Hendan útilampan er stak hugnaligt at hava standandi uttanfyri hurðina á jólum – tá er kavin vónandi eisini er komin. Lyktina hava vit gjørt úr ísi, sum er fylt við granni og øðrum.

Fyll eina spann við vatni og pynti í, og set eitt glas har ljósið skal standa. Set spannina í frystiboksina. Til ber eisini at koyra skivur av appilsin, blómum, greinum ella øðrum niður í vatni. Set lyktina útum og hon heldur sær í nógvar tímar, eisini um tað ikki er frost í luftini.

Nissur allastaðni
Nissurnar eru allastaðni í ár. Á koppum, serviettum, handkløðum og á loftinum...

Ikki stressa
Gávur skulu keypast, húsið vaskast og matur keypast. Men í ár skulu jólini verða natúrlig. Legg ikki í um nullimennirnir liggja í horninum – sløkk lampuna og tendra nøkur kertuljós, so síggjast teir ikki. Og er tað ikki uppá tíðina at gevast við teimum 35 jólagávunum til øll systkinabørnini? Tey flestu eru kortini ov gomul at gleðast um tað, sum tú finnur uppá, og tey eiga pening at keypa fyri sjálvi. Jólamatin kanst tú fyrireika dagarnar undan jólum, so alt ikki hopar seg upp til síðsta dagin.

Jólamarknaðir í Norðurlondum
Tivoli er ikki einsamalt longur. Allastaðni kring okkum stinga jólamarknaðir seg upp. Sera hugnaligt og jólaligt at vitja ein tílíkan marknað. Tivoli er opið frá 15. november til 30. desember, stongt er jólaaftan og jóladag. Liseberg í Gøteborg hevur opið 17. november til 23. desember. Í Åbo í Finlandi er allur býurin gjørdur um til ein jólamarknað við nógvum tónleiki og nógvum at keypa.

Svart, hvítt og silvur
Jólini í ár eru ikki eins reyð sum vanligt. Jólalitirnir í ár eru svart, hvítt og silvur.

Plastikk jólatræ
Hóast tað harmar okkum at siga tað, so gevur eitt eftirgjørd jólatrø ikki tað sama sum eitt livandi træ heima í stovuni. Jólini í ár eru natúrlig og gamaldags - og har passar plastikk jólatræið als ikki inn – hóast tað er natúruvinarligt.