Í dag verður árliga Jobmatch-stevnan og sum undanfarnu árini verður hon í Norðurlandahúsinum. Vit hava prátað við nakrar av fyritøkunum, sum luttaka og seinastu dagarnar hava samrøðurnar ligið her á in.fo. Í hesi greinini práta vit við Holger Arnbjerg, leiðara á Altjóða Skrivstovuni.
Byrja tíðliga í lestrartíðini at seta teg í samband við hugsandi arbeiðsgevarar. Tað gevur tær ein fyrimun, tá tú skalt søkja starv eftir loknan lesnað, heldur Holger Arnbjerg, leiðari á Altjóða Skrivstovuni.
Í ár verður fimta árið, at Jobmatch verður hildið í Føroyum. Tvey tey fyrstu árini var tað hildið í Keypmannahavn, men Holger Arnbjerg, leiðari á Altjóða Skrivstovuni, strongdi á, saman við øðrum, fyri at flyta tiltakið til Føroya. Hann heldur, at tað var heilt røtt avgerð at flyta Jobmatch til Føroya.
- Nú er tað ikki bara føroyingar í Keypmannahavn og økinum rundanum, sum fáa gleði av Jobmatch, men eisini øll tey lesandi, sum ikki búgva í Keypmannahavn, men eisini í Føroyum og øðrum londum, sigur hann.
Onkuntíð hevur verið prát um at hava stevnuna okkurt annað tíðspunkt, men Holger Arnbjerg heldur, at hetta kortini er besta tíðin.
- Tað er keðiligt hjá onkrum fyritøkum, at stevnan liggur mest sum mitt í jólafrítíðini, men fyri tey lesandi og arbeiðssøkjandi er hetta allarhelst besta tíðspunktið, tí tað eru so nógv teirra í Føroyum, greiðir hann frá.
Seinastu árini er Jobmatch víðkað til at líkjast eini meiri vanligari Jobmatch-stevnu. Nú er hon ikki longur einans fyri nýútbugvin ella tey, sum eru undir útbúgving, men eisini fyri bæði arbeiðsleys og tey, sum kundu hugsa sær eitt annað arbeiði. Holger Arnbjerg heldur, at víðkanin og endurnýggjanin av málbólkinum hevur eydnast væl.
- Eg haldi eisini fyritøkurnar er væl nøgdar við broytingina. Nú koma tær ikki bara í samband við lesandi, sum kunnu skriva onkra uppgávu ella nýúbtúgvin, men eisini fyri fólk, sum hava starv í Føroyum ella útlandinum og sum kundu hugsa sær at broytt kós, sigur hann.
Áhugin fyri Jobmatch er støðugt vaksandi og í ár eru metnógvar fyritøkur, sum hava meldað seg til.
- Umframt at hetta er eitt gott høvi hjá lesandi at hitta arbeiðsgevarar, so er hetta samstundis eitt gott høvi hjá fyritøkum at hitta komandi arbeiðstakarar. Her er møguleikin at økja um kunnskapin um hvønn annan. Luttakararnir fáa møguleikan til eitt óformelt, men álvarsamt prát um, hvørjir starvsmøguleikarnir eru. Samstundis fáa fyritøkurnar møguleikan at hitta væl útbúgvin fólk og kanska bróta nakrar fordómar um tey. Tey fáa møguleikan at fortelja, hvat tey hava lært og duga. Tað er eingin loyna, at ofta er lætt at villast í heitunum á nýggju fakunum og útbúgvingunum. Tá kann eitt prát svara nógvum spurningum, sigur hann.
Seinastu tvey árini hevur Jobmatch verið hildið í Norðurlandahúsinum og eisini hesa broytingina er Holger Arnbjerg væl nøgdur við.
- Vit eru sera glað fyri Norðurlandahúsið og tað haldi eg, at bæði luttakarar og fyritøkur eru eisini. Norðurlandahúsið er sera væl egnað. Her er møguleiki at hava góðar básar í teimum stóru hølunum, eins og at fyritøkurnar kunnu halda styttri 15 minuttirs framløgur í minni hølunum, sigur hann.
Holger Arnbjerg eggjar øllum lesandi at leggja leiðina fram við Jobmatch. Hann sigur, at kanningar vísa, at jú fyrr ein byrjar at hugsa um lívið eftir lestrartíðina, jú størri er møguleikin at fáa eitt starv.
- Hetta er ein langtíðaríløga, bæði fyri fyritøkurnar og tey lesandi. Onkrar av fyritøkunum hava eingi leys størv júst nú, men kunnu greiða frá, hvønn tørv tey fara at hava í framtíðini. Kanningar vísa eisini, at tey, sum byrja longu undir bachelorlesnaðin at hugsa um, hvat tey skulu gera aftan á loknan lesnað, hava størri møguleika at fáa eitt starv, enn tey, sum ikki líta frameftir, fyrr enn tey hava havt kandidatveitsluna, sigur hann.
- Við at vera tíðliga úti um seg, kann tann lesandi hjálpa fyritøkuni við at skriva ávísar uppgávur og varpa ljós á ávís mál, eins og hann kann hava í huga, tá hann velur fak og annað, hvat tænir honum best á arbeiðsmarknaðinum, sigur hann. Hann mælir eisini til, serliga móti endanum av lesnaðinum, at fólk umhugsa at fáa sær arbeiðsrelevant studiustørv.
- Vit trúgva eisini, at saman við øðrum átøkum, eigur Jobmatch sín part av æruni fyri tann støðuga fólkavøkstur, sum hevur verið í Føroyum seinastu árini, sigur Holger Arnbjerg.