Ger comeback á Rás2 leygarkvøldið

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Mirjam Pætursdóttir verður annar av vertunum í "Hvonn Live" leygarkvøldið

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við Mirjam Pætursdóttir, sum ger comeback á Rás2 leygarkvøldið, tá hon saman við Hilmari Jan Hansen skal verða vertur fyri sendingini "Hvonn Live", sum verður send beinleiðis millum klokkan 21 og 23.

 

Mirjam gleðir seg at fara í leiklutin, sum radiovertur aftur, aftaná ein steðg uppá nærum eitt ár. Hon greiðir eisini frá spennandi røðini av gestum, sum koma at vitja sendingina í annaðkvøld.

 

Til ber hjá fólki at fara á Hvonn at lurta, og annars at hoyra sendingina á www.midlar.fo, har øll kunnu lurta. Annars ber til at hoyra sendingina á FM 98,7, FM 95,9 og á FM 88,7.