Nú verða óvanlig stig tikin fyri at fá Michael Owen seldan úr Newcastle, sum flutti niður úr bestu ensku deildini í ár. Fólkini, sum umboða Owen, hava gjørt eina brosjuru, sum skal lokka feløg at keypa Owen. 34 síður við nógvum lovorðum eru í bóklinginum, men neyvan verður nógv gjørt burtur úr, at Owen hevur verið nógv skaddur seinastu árini.