Tað eru nú tvey ár síðani, at Ragnheiður Eiríksdóttir byrjaði fyritøku sína, Knitting Island. Endamálið er at savna fólk, sum eru áhugað í at binda, og at skipa fyri ferðum fyri hesum fólkum.
- Eg havi skipað fyri hesum ferðum í Íslandi, og tað er í høvuðsheitinum fólk úr USA, Kanada, Hollandi, Onglandi og Australia, sum koma hesar ferðirnar, men tú kanst siga úr øllum heiminum, sigur Ragnheiður Eiríksdóttir.
Hon hitti í fjør Katrinu í Geil, og har kom so hugskotið at kombinera Ísland og Føroyar í einu og somu ferð.
- Tað kom seg soleiðis, at hon gjørdist mín samstarvspartnari í Føroyum, og soleiðis kom hendan ferðin í lag, sigur Ragnheiður Eiríksdóttir.
Hendan ferðin verður gjørd fram við suðurstrondini á Íslandi til Seyðisfjørðin og síðani við Norrönu til Føroya.
- Katrina í Geil tekur so ímóti okkum í Havn, og vit verða so her í fýra nætur. Vit hava eina sera spennandi og einastandandi skrá, har Katrin aí Geil fr at undirvísa í trimum ymiskum work-shops. Og tað verður púra ólíkt øllum, sum eg kenni frá øðrum bindilærarum í verðini, sigur Ragnheiður Eiríksdóttir.
Hon er útlærd á hondarbeiðsskúla í Kolding, og hevur sín heilt serliga innfallsvinkul, heldur íslendska bindikvinnan.
- Eg royni at leggja dentin á, at tað skal verða nakað heilt serligt á mínum ferðum, og her er tað, at Katrina í Geil traðkar inn, sigur Ragnheiður Eiríksdóttir.
Universalt mál
Hon vil hava, at tey ferðandi skulu sleppa heilt inn at fólkunum, og tað sleppa tey í Føroyum.
- Tá tað snýr seg um Føroyar, so fara vit at skipa so fyri, at tey ferðandi sleppa at uppliva føroyskar dans, sum er nakað heilt fyri seg, sigur Ragnheiður Eiríksdóttir.
Sjálv upplivdi hon føroyskan dans sunnukvøldið úti í Nólsoy og hon er ikki í iva.
- Eg segði við Katrinu, at um hon eina aðru ferð hevði ein gest, so skuldi hon ikki spyrja, um tey vildu uppliva føroyskan dans, hon skal bara taka tey við, sigur Ragnheiður Eiríksdóttir.
Hon sigur, at tá útlendskar bindikonur hitta íslendskar og nú eisini føroyskar bindikonur, hendir nakað heilt óvanligt.
- Tær tosa kanska ikki sama mál, men tað hevur einki at siga. Tær hittast og síggja, hvat hinar hava gjørt og bundið, og tær skilja hvørja aðra kortini, sigur Ragnheiður Eiríksdóttir.
Tað, sum hesi fólk leita eftir, er nakað heilt fyri seg, og tað eru ógvuliga fá, sum sleppa við á hesum ferðunum.
- Talan er um eini 10-12 fólk sum eru við á hesum ferðunum, og tá er tað, at hvør einstakur fært tíð til at hjúklast um, sigur Ragnheiður Eiríksdóttir.
Undirvísingin verður munandi meiri til tann einstaka, og tí fáa tey luttakandi munandi meiri burtur úr.
Fyrsti túrurin til Føroya verður í september, og Ragnheiður Eiríksdóttir vónar, at tað bert er byrjanin til eitt langt og fruktagott samatarv.