Um tú ætlar tær ein longri túr við bili, eitt nú til Suðurevropa, verða lættliga koyrdir 5 6000 km. Tað er tí skilagott at tryggja tær, at bilurin er í nóg góðum standi, áðrenn farið verður avstað.
Á heimasíðuni hjá Akstovuni eru hesi ráðini at finna:
Motorolja:
Best er at skifta motoroljuna áðrenn farið verður avstað, og tað er ikki verri eisini at tryggja tær, at nokk av gearolju er á gearkassanum.
Kølari:
Tá ið koyrt verður í suður londum, har hitin ofta kann koma upp ímóti teimum 40 hitastigunum er umráðandi, at kølarin er í lagi. Hygg tí eftir, um nóg mikið av kølivatni er á kølaranum.
Á eldri bilum kemur ofta fyri at lamellirnar í kølaranum oyðileggjast, soleiðis at kølarin ikki virkar so væl, sum hann eigur. Tí eigur kølarin at verða kannaður og skiftur út, um neyðugt.
Bremsur:
Bremsurnar eiga at verða kannaðar og umvældar, um tær ikki eru í nóg góðum standi.
Tá ið koyrt verður á motorvegi, verður oftast koyrt við nógvari ferð, og tá er umráðandi at bremsiløgurin er ílagi.
Bremsiløgur hevur tann eginleika, at hann tekur vætu til sín, soleiðis at kókimarkið fellur við aldrinum á bremsiløginum. Um fleiri harðar uppbremsingar verða gjørdar við høgari ferð upp á stutta tíð, kann henda, at bremsiløgurin fer at kóka, soleiðis at bremsievnini svíkja.
Bremsiløgurin eigur tí at verða skiftur áðrenn ferðina.
Stýritól:
Kanna bilin fyri róðursløðr og umvæl um neyðugt.
Endurkanna eisini, um nóg mikið av olju er á servostýringini.
Dekk:
Tað er umráðandi at hava dekkini ílagi.
Kanna dekkmynstur og lufttrýst. (Minnst loyvda mynsturdýpd er 1,6 mm).
Best er eisini at hava summardekk undir bilinum, tá ið hesi hava tað besta vegfesti, bæði í vátum og turrum veðri.
Minst til at hava somu dekktypu (t.d. summardekk) á øllum 4 hjólum.
Akkumulator: Kanna, um nóg mikið av vatni er á akkumulatorinum (pláturnar skulu vera undir).
Ljós:
Kanna, um øll ljósini eru í lagi.
Skjøl:
Minst til skrásetingarskjal, koyrikort, pass og reytt tryggingarprógv.
Kelda: www.akstovan.fo










