Føroysku fakfeløgini hava í dag gjørt av at siga upp avtaluna um fastan gerðarrætt. Hetta gera tey, eftir at Gerðarrætturin í tveimum førum hevur gjørt úrskurð, har kravt verður, at verkfall skal fráboðast við rímiligari freist. Altso at fakfeløgini ikki hava rætt til at fara í verkfall, bara verkfallið í sjálvum sær er heimilað.
Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum, segði í Degi og Viku í kvøld, at tey halda úrskurðin hjá Gerðarrættinum í málinum vera somikið kontroversiellan, at tey hava valt at siga upp sáttmálan um gerðarrætt til 1. januar 2011. Til ta tíð skulu partarnir á arbeiðsmarknaðinum samráðast um nýggjan sáttmála.