Ger arbeiðið ordiligt, Uni

Ottar í Funningsstovu
·················
So prógvaði hann tað enn einaferð, sjálvskrivaða tónleikaflogvitið á Dimmu, Uni L. Hansen, at hann ikki ger sítt arbeiði til lítar.
Í grein í Dimmalætting mánakvøldið 20. september ummælir geniið av Skálafjørðinum útgávukonsertina hjá Páll Finnur Páll á Rex herfyri, har undirritaði var DJ ella plátuvendari, sum tað eisini eitur. Hóast endamálið við vitjanini hjá Una á Rex var fyrst og fremst at ummæla konsertina hjá PFP, so nýtir hann helmingin av sínari ógvuliga tunnu grein til at niðurgera undirritaða.
Uni sigur í greinini, at eg eri sum ein skøvað pláta, sum ikki dugir at diska upp við nøkrum øðrum enn rokkballadum frá 80unum og 90unum, og at tað er deprimerandi, tá ið eg leggi plátur á.
Men Uni, her prógvar tú enn einaferð, at tú ikki gert títt arbeiði til lítar. Tí flestøll tíðindafólk við virðing fyri sær sjálvum høvdu fyrireikað seg til eina slíka uppgávu fyri at vita, hvat hon gekk út uppá. Um tú hevði gjørt tað, so visti tú eisini, at talan var um eitt sonevnt »80ara kvøld«, har mín uppgáva var fyrst og fremst at spæla góðan tónleik frá 80unum, og tí kunnu vit bert staðfesta, at eg, í mun til teg, gjørdi mítt arbeiði til fulnar. Men OK, tú ert jú ikki útbúgvin tíðindamaður, so tað er kanska ein umbering fyri jánkasligu greinina hjá tær.
Eg dugi ikki at skilja, at leiðslan á Dimmalætting kann liva við, at eitt blaðfólk hjá teimum í so grovan mun í sambandi við eitt ummæli sleppur at niðurgera ein einstakan persón, sum í veruleikanum bert gjørdi sítt arbeiði. Sama blaðfólk hevur ivaleyst bæði fingið yvirtíð og hvat veit eg fyri at sita á Rex, Gud viti í hvørjum tilstandi, í nakrar tímar fyri at ummæla eina konsert. Úrslitið av krevjandi arbeiðsuppgávuni hjá sjálvskrivaða tónleikaflogvitinum eru umleið 15 reglur um konsertina hjá PFP, har í veruleikanum einki verður sagt um tónleikin hjá bólkinum, og so nakað tað sama tali av reglum, har eg verði niðurgjørdur.
Til eina aðru ferð, Uni, ger so arbeiðið hjá tær ordiligt ella lat verða.