Gerðabøur  ein miskiljing?

Tað er ikki sørt øtkymlandi at lesa í fjølmiðlunum, at spurningurin um byggiloyvi til FK á Gerðabø snýr seg um, hvørt FK skal fáa loyvi at byggja, ella Gerðabøur skal friðast. At útleggja málið á henda hátt er ikki í samsvar við veruleikan.
Økið Gerðabøur er bæði í verandi ásetingum og í skjótt lidnu endurskoðaðu byggisamtyktini lagt út til almennt byggjarí. Hugsa verður um skúlar, kollegii og møguligar eldraíbúðir. Onki uppskot hevur verið frammi um at friða Gerðabø, hvørki í málsviðgerðini av byggiloyvinum til FK ella á býráðsfundinum har prinsipielt byggiloyvi varð samtykt. At onkrir býráðslimir fara at hugleiða í endanum á eini málsviðgerð er hent fyrr.

Eyðgunn Samuelsen, býráðslimur

Tað, ið støða varð tikin til bæði í nevndum og á býráðsfundinum var um staðseting av FK hóskaði saman við tí, ið annars er ætlanin at byggja á Gerðabø. At tað var natúrligt at ein handil kom at liggja á sama øki sum skúlar og bústaðir til ung og eldri, helt meirilutin í býráðnum, og tí var prinsipiella byggiloyvið samtykt.
Um býráðslimir ynsktu, at býráðið skuldu fáa høvi til at viðgera eina friðing av Gerðabø, so høvdu teir fleiri møguleikar at koma við einum uppskoti um hetta, bæði í byggi-og býarskipannarnevndini, teknisku nevnd og á sjálvum býráðsfundinum. Hetta hendi sum kunnugt ikki, og tí er ikki rætt at lýsa málið sum ein spurning um fyri ella ímóti friðing av Gerðabø.
Tað er gott og neyðugt at borgararnir luttaka í tjakinum um, hvussu okkara býur skal skipast í framtíðini, men fortreytirnar eiga at vera rættar, tá ið tjakast verður. Seinni í heyst verður eitt gott høvi at tjakast um okkara framtíðar býarskipan, tí byggi- og býarskipannarnevndin fer at skipa fyri einum borgarafundi, har uppskot til endurskoðaða býarskipan verður løgd fram til tjak.