Geotechnical Envirnonmental Metocean

Sjóøkið kring Føroyar er eitt fjøltáttað og avbjóðandi umhvørvi. Har streymur, aldur og veður ræður er neyðugt við gjølligum kanningum og at fremja serstøk teknisk og operationel tiltøk, so virksemið hjá oljuvinnuni kann fara fram trygt og munagott. Fyri at náa hetta málið miðar arbeiðsbólkurin fyri veðurfrøði- og havvísindi ímóti at útvega data og greiningar av økinum sum heild

Umstøður

Streymviðurskiftini kring Føroyar eru sera fjøltáttað. Í økinum, sum hevur størstan áhuga, sunnan fyri og eystan fyri oyggjarnar og inn yvir Føroyar-Hetland rennuna, møtast tveir høvuðsstreymar. Tann heiti Atlants-golfstreymurin rekur í ovastu løgunum í landnyrðing, meðan Arktiski streymurin rekur í neðra og serliga gjøgnum rennuna. Sterkur sjóvarfallsstreymur er kring oyggjarnar. Hóast illveður ikki er verri enn í Norðsjónum ella í norskum sjógvi, so eru vána líkindi alt meira vanlig.


Endamál

Endamálini hjá veður- og havfrøðiliga arbeiðsbólkinum eru:

?at samla, skapa og assimilera veður- og havfrøðilig data fyri at vera før fyri at gera eina álítandi meting av møguligum vandum, áðrenn boriarbeiði byrjar.

?at fremja hetta grundað á:

?at arbeitt verður við økinum sum heild heldur enn við einstøkum støðum

?datamodellir heldur enn frágreiðingar um einstøk støð.

?at neyðuga arbeiðið verður gjørt í stigum.

?at sum mest skal fáast burturúr

?data sum eru til, kanningum og felags vinnuverkætlanir.

?servitan og royndum hjá viðkomandi úr vinnuni og úr Føroyum.

?at gera eitt forum fyri orðaskifti um evni innan veður- og havfrøði av áhuga fyri Føroyar.


Stigvís framferð

Fyri at fáa sum mest burtur úr kanningarætlanunum fer arbeiðsbólkurin undir arbeiði í hesum stigum:

?finna verandi datakeldur og kanna nøgd og góðsku av hesum data.

?gera ein datalista.

?finna glopp í verandi data og tilráða framtíðar datainnsavnan.

?eftirmeta hvussu nýtilig verandi data moell eru og meta um tørvin á modellum ramyvir.

?gera ein samandrátt yvir data fyri økið sum heild.


Virksemi

Kannað er hvørjar datakeldur við upplýsing um vind, aldur og streymviðurskifti eru, og datalistin er í gerð. Stór nøgd av data, sum Fiskirannsóknarstovan hevur savnað saman verður kannað. Verandi data verða atkomilig í datasavni og í grafiskum líki.

Tá hetta fyrsta stigið er liðugt, verður greitt í hvønn mun tørvur er á at savna meira data, umframt hvat modellarbeiði verður neyðugt fyri at kunna gera yvirlit yvir data fyri økið sum heild. Streym- og aldumátarar verða keyptir og lagdir út í samstarvi við føroyskar stovnar.

Eitt umfatandi datasavn við heitinum NESS við vind- og aldudata fyri landnyrðingspartin av Atlantshavinum er longu til. NESS data fyri føroyska sjóøkið verður kannað og skal sammetast við føroyskar aldumátingar.

Ávirkanin á frálandavirksemið, av fjøltáttaða og harða rákinum í føroyskum sjógvi krevur, at sjóvarfallsmodell verða gjørd, sum lýsa viðurskfitini bæði við atliti til stað og dýpi. Sum eitt stig á leiðini verður kannað í hvønn mun verandi modell kunnu nýtast.

Eitt sjálvstøðugt modell fyri flóð og føjru verður eisini gjørt. Burtur úr hesum fáast neyvar og nágreinligar upplýsingar um flóð og fjøru og streym á føroyska landgrunninum.

Upplýsingar um arbieðið hjá arbeiðsbólkinum verða almennar samstundis sum innsavnað data verða felags við føroyskar stovnar, hetta fyri at skapa eina felags vitan um havið kring Føroyar.