Geotechnical Envirnonmental Metocean

Nú farið verður í holt við leitingarvirksemi undir Føroyum, hevur oljuvinnan gjørt sær greitt, at føroyski búskapurin er uppihildin av fiskiskapi og at fiskivinnan, alivinnan og tilhoyrandi framleiðslu vinnur standa fyri uml. 95% av útflutninginum. Havið kring Føroyar er kent fyri reinleika og at tað er týdningarmikið fyri hval og sjófugl. Tí er tað av størsta týdningi at gera umhvørvisstøðuna í føroyskum sjógvi upp nú, so møguleiki verður at gera álítandi metingar um umhvørvisárinini áðrenn nøkur leitan og framleiðsla av olju ella gass fer í gongd

Endamál

Arbeiðsbólkurin fyri umhvørvi hevur til endamáls:

?at útfylla glop í verandi vitan um lívlendi og djórasløg sum møguliga kunnu ávirkast av kanningar- og framleiðsluvirkseminum.

?at menna ætlanir fyri umhvørvisleiðslu, ið hóska til Føroyar

?at skapa eitt felags forstáilsi saman við Oljufyrisitingini, stovnum, fiskivinnuni og almenninginum


Felags nýtsla og samstarv um innsavnan av upplýsingum er ein fyritreyt fyri at alt skal eydnast. Føroyskir stovnar hava verið við til allar umhvørviskanningarnar.


Virksemi

Farið varð undir arbeiðsætlanina í 1997 við eini kanning av sjófugli og hvali í samstarv við Fiskirannsóknarstovuna, bretsku náttúruna varðveitingarnevndini og danska ráðgevaranum Ornis.

Fólk hjá Fiskirannsóknarstovuni hava talt slag og tal av fugli ymsar tíðir av árinum. Allar innsavnaðar upplýsingar verða skrásettar í europeiska sjófugladatasavninum. Tá nøktandi teljingar eru tøkar, verða kort gjørd, ið sýna hvar sjófuglur er hvønn mánaða í árinum, og hvussu viðkvæmur hann er fyri oljudálking.

Ein kanning, sum skal gerast er merkingin av fugli á oyggjunum. Henda kanning skal staðfesta, hvussu fuglur ferðast og hvussu viðkvæmur fuglur er, tá ið hann verður órógvaður.

Ein kanning av fiskiskapi við Føroyar skal vísa á, nær fiskað verður í teimum einstøku økjunum og somuleiðis hvør útgerð verður nýtt. Hetta verður gjørt fyri at oljuvinna minst møguligt skal órógva fiskimenn og útgerð teirra.

Gransking skal gerast innan hesi øki:

?Møguleika fyri at burturbeining av oljuleitingar- og framleiðsluútgerð kann fara rætt fram í Føroyum

?Máting av kolvetni, sum er tilstaðar í umhvørvinum, við at taka royndir av ymisku fiskasløgunum

?Áhaldandi viðgerð av kanningum gjørdar av BIOFAR

?Ein granskan av bókmentum um frálanda evnafrøði

?Tvær vanlukkuroyndir skulu gerast fyri tvey økir. Onnur á grunnum vatni og hin á djúpum vatni

?Væntað 2D modell data fyri leiðirnar sum streymur førir olju sum er likin út á sjógv.


Eitt væleydnað skeið varð hildið í Havn, har endamálið var at kunna føroyskar myndugleikar og føroyskar stovnar um olju og gass vinnuna. Framyvir skal upplýsast um arbeiðið hjá arbeiðsbólkunum og samstarvið um vitan við føroyskar stovnar skal verða hesum sambandi at gagni.