Georgia var eitt frískt innspark

EM24: Georgia tapti, men vann hjørtini – Ronaldo bleiv hjálptur um málstrikuna

Nú hava øll liðini verið í dysti til EM-endaspælið í Týsklandi. Í gjár var tað bólkur F. Turkaland vann 3-1 á Georgia og Portugal vann í evstu løtu 2-1 á Kekkia.

 

Dysturin millum Turkaland og Georgia var framúr góður. Bæði liðini spældi við fullari ferð og tað var undirhald fyru allar pengarnar. Arda Güler stóð fyri flottasta málinum, tá hann rendi bóltin upp í handara málhorn úr umleið 20 metrum. Hann er bara 19 ára gamal og spælir við Real Madrid.

 

Georgia trýsti líka til tað seiansta og tað var ikki fyrr enn í sjeynda minutti av yvirtíðini, at Turkaland skoraði til 3-1. Hetta er fyrstu ferð, at Georgia er við til eitt EM-endaspæl.

 

Turkaland – Georgia 3-1 (1-1)

 

1-0 Mert Müldür, 25

 

1-1 Georges Mikautadze, 32

 

2-1 Arda Güler, 65

 

3-1 Kerem Aktürkoğlu, 90+7

 

Turkaland: Mert Günok; Mert Müldür (Zeki Çelik 85), Samet Akaydin, Abdülkerim Bardakcı, Ferdi Kadıoğlu; Kaan Ayhan (Demiral 79), Hakan Çalhanoğlu (Salih Özcan 90+2); Arda Güler (Yusuf Yazıcı 79), Orkun Kökçü, Kenan Yıldız (Kerem Aktürkoğlu 85); Barış Alper Yılmaz

 

Georgia: Mamardashvili; Kakabadze, Kverkvelia (Zivzivadze 85), Kashia, Dvali, Tsitaishvili (Lochoshvili 74); Kochorashvili, Mekvabishvili (Altunashvili 89), Chakvetadze (Davitashvili 74); Mikautadze, Kvaratskhelia

 

Portugal vann í yvirtíðini

 

Tað stóð nógv á Cristiano Ronaldo og Portugal í dystinum móti Kekkia. Kekkia kom á odda og hóast eitt trýst á málið hjá kekkia, so var tað ikki fyrr enn í yvirtíðini at innskifti Francisco Conceição skoraði til 2-1. Cristiano Ronaldo spældi allan dystin, tó uttan at veruliga gera mun.

 

Portugal – Kekkia 2-1 (0-0)

 

0-1 Lukáš Provod, 62

 

1-1 Robin Hranáč, 69 sjálvm

 

1-2 Francisco Conceição, 90+2

 

Portugal: Diogo Costa; Dalot (Gonçalo Inácio 63), Pepe, Rúben Dias; João Cancelo (Nélson Semedo 90), Bernardo Silva, Bruno Fernandes, Vitinha (Francisco Conceição 90), Nuno Mendes (Pedro Neto 90); Ronaldo, Rafael Leão (Diogo Jota 63)

 

Kekkia: Staněk; Holeš (Chorý 90+3), Hranáč, Krejčí; Coufal, Šulc (Ševčík 79), Souček, Provod (Barák 79), Douděra; Kuchta (Lingr 60), Schick (Chytil 60)

 

Støðan:

 

1: Turkaland 3 (+2)

 

2: Portugal 3 (+1)

 

3: Kekkia 0 (-1)

 

4: Georgia 0 (-2)