Georgia-dysturin verður í Tblisi

Fótbóltssambandið í Georgia hevur nú tikið endaliga støðu til, hvar dysturin móti Føroyum skal spælast.

Føroyar koma á vitjan tann 28. mars, og tað verður á Boris Palchadze National Stadium í Tblisi, at dysturin skal spælast. Enn er klokkutíðin fyri dystin tó ikki ásett.