ÍF hevði aðalfund í farnu viku, har nevndarval var á skránni. Fyri vali í aðalnevndini hesaferð stóðu fimm nevndarlimir; Høgni á Lakjuni, Marta Thomsen, Linda Joensen, Fríði Reinert-Petersen og Eivin Breiðaskarð. Eivin Breiðaskarð ynskti ikki at stilla upp aftur. Hini fýra vórðu øll afturvald.
Aðalnevndin hevur skipað seg soleiðis:
Georges Rouah, formaður
Hjalti Lundsbjerg, næstformaður
Høgni á Lakjuni, peningarøkil
Marta Thomsen, skrivari
Annika Breiðaskarð, nevndarlimur
Fríði Reinert-Petersen, tiltakslimur
Linda Joensen, tiltakslimur
Í ungdómsnevndini vóru nakrar skiftingar. Sigga Óladóttir á Grønutúgvu og Jenny á Lakjuni ynsktu ikki at halda fram. Nývald í ungdómsnevndina vórðu Irdi Toftegaard og Dávid Petersen, skrivar ÍF.
Ungdómsnevndin hevur skipað seg soleiðis:
Jonn Thomsen, formaður
Irdi Toftegaard, skrivari
Mary-Ann Zachariassen, nevndarlimur
Palma Tausen, nevndarlimur
Rógvi á Lakjuni, nevndarlimur
Dávid Petersen, tiltakslimur