George Weah, Roberto Carlos og Jákup á Borg

Enska blaðið, The Guardian, hevur skrivað ein grein um góð, snild og hornaspørk, sum eru skotin beinleiðis í mál. Millum sjónvarpsbrotini, ið blaðmaðurin hevur valt út, er eisini eitt úr Gundadali.

 

Greinin, sum er ein ítróttarbloggur, viðgerð hornaspørk. Simon Burnton hevur deilt bloggin upp í seks ymisk sløg av hornaspørkum. Í parti tvey skrivar hann um hornaspørk, ið eru skotin beinleiðis í mál. Í seinasta brotinum hevur hann funnið fram nøkur hornaspørk og fyrst fyri er eitt hornaspark, ið Jákup á Borg skjeyt beinleiðis mótí B68 í Gundadali. Í næsta sjónvarpsbrotinum er tað so Roberto Carlos, ið ger honum eftir.

 

Millum Lothar Matthaus, Paul Scholes, Arjen Robben, Gaizka Mendieta, Roberto Carlos, Ole Gunnar Solskjær, Roberto Mancini, Gianfranco Zola og George Weah, finnur tú eisini Jákup á Borg.

 

Les greinina HER

 

Her undir síggjast trý av sjónvarpsbrotinum, ið eru vald út. Felags fyri øll er, at hornaspark er upprunin til mál.

 

1) Jákup á Borg móti B68

2) Roberto Carlos beinleiðis hornaspark

3) Helst besta málið hjá George Weah