Tað skrivar ein heimskendur franskur rithøvundur um miðan januar. Hann sigur víðari, at tann sleiski átrúnaðarligi undirtónin, sum Bush brúkar í sínum royndum at sannføra sínar landsmenn um, at tað er rætt at senda amerikanskar unglingar í kríggj, er tað mest skelkandi av øllum.
At George W. Bush ikki dugir nóg væl frambera boðskapin til fáa stuðul frá ST og frá sínum sameindu til krígsætlanirnar er ikki so løgið. Hann er nevniliga tann minst klóki amerikanski forsetin seinastu 50 árini. Hetta vísir ein kanning hjá Lovenstein Institute of Scranton í Pennsylvania, sum hevur kannað vitbýtistalið ella intelligenskvotientin hjá Bush forseta í fýra mánaðir. Í frágreiðing-ini eru teir tólv amerikansku forsetarnir seinastu 50 árini vigaðir. Tølini byggja á útbúgvingarúrslit, tilfar, sum forsetarnir hava skrivað uttan hjálp frá embætisfólki, evni at tosa greitt og skilligt og fleiri aðrar sálarfrøðiligar tættir. Hesi tøl vóru síðan sett inn í Swanson/Crain-vitbýtisskipanina. Ein partur av kanningini, sum rættiliga togaði skeiva vegin hjá Bush yngra, var orðatilfeingi; 6500 orð hjá Bush og í miðal 11000 hjá hinum forsetunum.
Sostatt: 50 min. við Óla B.
Hvussu stórt orðatilfeingi hjá Óla Breckmann er, er mær vitandi enn ikki kannað, men Óli hevði nokk ligið væl yvir miðal hjá amerikansku forsetunum. Tað løgna er bara, at Óli B. sigur líka lítið við skili í sum George W., ella kanska minni. Í sendingini Sostatt í seinastu viku, royndi Óli B. við sínum vanliga monotona orðafloymi at greiða okkum frá, hvussu neyðugt tað var hjá amerikansku stjórnini at fáa stuðul til eitt kríggj móti Irak. Og mín sann um tað ikki eydnaðist Óla, m.a. við at røra eitt sindur av átrúnaði uppí orðavavsturin og soleiðis spæla uppá innastu kenslurnar í føroyinginum, júst sum Bush ger í USA, at venda føroyska meirilutanum móti kríggi til ein meiriluta fyri kríggi. Men tá hevði hann eisini havt orðið í 50 minuttir.
At standa og siga at Saddam Hussein er ein hóttan móti USA, øllum vesturheiminum og okkara kristnu lívsáskoðan er tað reina møsn. Maðurin er ein snævurskygdur superegoistur, sum heldur seg vera leiðara fyri allan arabiska heimin. Hann er einaræðisharri í einum fátøkum landi, har fólki líður svára neyð. Irakiski herurin var fullkomiliga lagdur í oyði fyri 12 árum síðan og er tí eingin hóttan. Enn finnast ongi prógv fyri at Irak hevur nøkur hópoyðingarvápn, og um so er, eru tey neyvan før fyri at raka USA.
Tað kundi verið líkt til, at stórsta óeydnan hjá Saddam Hussein er, at hann situr á heimsins næststørstu oljukeldu eftir Saudi Arabia. Bush vil hava fatur í oljuni, og teir, sum hjálpa honum fáa nakrar dropar burturav.
Vónandi fara Týskland, Frakland og Rusland at standa fast við sína støðu um at USA ikki eigur at leypa á Irak, fyrr enn ein ST-samtykt um hetta fyriliggur. Loypur USA á uttan at ST hevur funnið prógv fyri at Irak hevur hópoyðingarvápn, kann Óli Breckmann aftur fara at tosa um hóttan móti USA, øllum vesturheiminum og kristnu lívsáskoðanini. Tí tá hevur USA fest eld í stóru Miðeystur-krúttunnuna, og hvørjar fylgjur tað kann hava, kann ongin ímynda sær.
Annars sær IQ-listin hjá amerikansku forsetunum seinastu 50 árini soleiðis út:
?147 Franklin D. Roosevelt (D)
?132 Harry Truman (D)
?122 Dwight D. Eisenhower (R)
?174 John F. Kennedy (D)
?126 Lyndon B. Johnson (D)
?155 Richard M. Nixon (R)
?121 Gerald Ford (R)
?175 James E. Carter (D)
?105 Ronald Reagan (R)
?099 George HW Bush (R)
?182 William J. Clinton (D)
?091 George W. Bush (R)