Fyrrverandi republikanski forsetin George W. Bush hevur ynskt demokratinum Joe Biden tillukku við sigrinum við amerikanska forsetavalið.
Tað stendur í eini fráboðan frá George W. Bush, sum er almannakunngjørd í dag.
– Eg havi júst tosað við komandi foersetan, Joe Biden. Eg ynskti honum hjartaliga tillukku og takkaði honum fyri patriotisku boðini, hann gav okkum í gjárkvøldi, skrivar Bush í fráboðanini, har tað eisini stendur, at hann eisini hevur tosað við komandi varaforsetan, Kamala Harris.
Donald Trump forseti hevur ikki viðgingið tapið. Hann heldur, at valsvik er farið fram og vil royna málið við rættin.
Í heila tikið ahva fáir høgir republikanarar ynskt Biden tillukku við valsigrinum, su m amerikanski miðlar fráboðaðu í gjár seinnapartin okkara tíð.
Republikanski senatorurin og fyrrverandi forsestavalevnið Mitt Romney var tann fyrsti høgi republikanarin at senda Biden heilsan. Tað gjørdi hann í gjár. Og nú hevur fyrrverandi forsetin, George W. Bush, eisini gjørt tað.
Hann var forseti í USA frá 2001 til 2009.
– Sjálvt um vit hava politiskar ósemjur, kenni eg Joe Biden sum ein góðan mann, sum hevur vunnið møguleikan at leiða og savna land okkara.
– Eg bjóðaði honum tað sama, sum eg bjóðaði Trump og Obama, forsetum: Bønir mínar fyri eydnu og lyfti um at hjálpa, á hvønn hátt eg enn kundi, skrivar Bush í fráboðanini.
Bush leggur afturat, at Tump hevur rætt til at biðja um umteljing og fara løgfrøðisliga til verka, men endar soleiðis:
– Amerikanska fólkið kann hava álit á, at hetta valið grundleggjandi hevur verið rættvíst, at integrititeturin er varðveittur, og at úrslitið er greitt, skrivar Bush í fráboðanini.
Sambært forsøgnunum hjá tíðindastovuni AP hevur Biden í statunum higartil vunnið 290 valmenn. Trump hevur vunnið 214. Tað skulu 270 valmenn til at velja ein forseta.
Enn eru tríggir statir, sum sambært AP ikki eru avgjørdir. Tað snýr seg um Alaska, North Carolina og Georgia, sum tilsamans hava 34 valmenn, sum skulu býtast.
/ritzau/
##med2##
##med3##