George Stage fer víðari í dag

Í dag fer danska skúlaskipið George Stage av Havnini, og fram til 19. juni skal skipið sigla ymsastaðni runt í Føroyum.

Síðani mikudagin hevur danska skúlaskipið Georg Stage vitjað í Føroyum.

Við umborð á skúlaskipinum hesaferð eru 63 næmingar, og skipsmanningin telur 10 fólk.

Næmingarnir, sum ikki eru á vakt, plaga at hava undirvísing umborð frá klokkan 09.30 til 17.00 gerandisdagar.

Hesar dagarnar, skipið hevur ligið á Havnini, hava fleiri av næmingunum verið at sæð á gøtunum í eyðkendu búnunum, sum tey skulu ganga í, tá tey fara í land. Reglarnar eru soleiðis, at næmingarnir á skúlaskipinum hava loyvi at fara í land í tímunum millum 12.00 og 22.00.

Eftir at hava siglt í nakrar dagar kring Føroyar leggur George Stage at í Helsingør í Danmark tann 20. juni.