Fyrrverandi amerikanski forsetin George Herbert Walker Bush andaðist í gjárkvøldið, 94 ára gamal. Tað var sonurin, George W. Bush, eisini hann fyrrverandi forseti, sum bar tíðindini.
- Jeb, Niel, Marvin, Doro og eg eru syrgin um at kunngera, at eftir 94 hendingarík ár, er pápi farin. George H. W. Bush var ein sera sterkur maður og tann besti pápin, ein sonur ella dóttir kundi ynskt sær. Øll Bush-familjan er av sonnum takksom fyri lívið og kærleikan hjá 41, fyri samkensluna frá teimum, sum hava tikið sær av og biðið fyri pápa, og fyri vísta samkenslu frá okkara vinum og medborgarum, stendur í fráboðanini. George H. W. Bush bar eyknevni 41, tí hann var 41. forsetin í USA.
George H. W. Bush var forseti frá 1989 til 1993. Áðrenn hetta var hann varaforseti hjá Ronald Reagan frá 1981 til 1989. Hann tapti forsetavalið móti Bill Clinton í 1992.
Kona hansara, Barbara Bush, andaðist í apríl. Tey vóru gift í yvir 70 ár.