Í Norðurírlandi er ein nýggjur pengaseðil nú komin í umferð. 25. november var júst eitt ár síðani, at fótbóltslegendan George Best doyði, og tað er hann, sum prýðir nýggja fimmø-punds-seðilin. George Best var einans 59 ára gamal, tá hann doyði, og hóast hetta einamest komst av støðugari ovurnýtslu av rúsdrekka gjøgnum nógv ár, so verður hann framvegis mintur sum ein av størstu hetjunum, sum landið hevur fostrað. Í altjóða fótbóltshøpi verður hann tíðum nevndur á linju við menn sum Pelé, Maradona og Cruyff.










