Georg Thorsteinsson

f. 19. februar 1926 d.12. februar 2003

Mikudagin, 12. februar, andaðist Georg Thorsteinsson í Havn, 76 ára gamal, eina viku áðrenn hann hevði fylt 77. Georg Johan Frits Thor-steinsson, var føddur 19. februar 1926 í Trongisvági.
Foreldur hansara vóru Peter Carl Thorsteinsson, vanliga nevndur Carl á Brúgv (1888-1957) í Trongisvági, og Anna Christina Hammer (1901-1933) av Sevmýru á Tvøroyri.
Georg var triði elstur av 5 systkjum og var bert 7 ára gamal tá mamman doyði.
Elst av systkjunum er Mary, giftist Børga Persson, næstelst er Esther, giftist Tóra Zachariassen, fjórðelst er Clara, giftist John Borgarlíð og seinni við Agnari Nielsen. Yngsti bróðurin er John, sum giftist og búsettist í Herning.
Pápin Carl á Brúgv giftist seinni uppaftur við systrini hjá Annu, Elin O. Fr. Hammer. Saman fingu tey trý børn: Arna, Marionnu og Margrethu.
Georg var sum ungur í kolanáminum í Rangábotni í Trongisvági og seinni í handlinum hjá N.J. Mortensen á Tvøroyri. Tá hann í 1949 flutti til Havnar, arbeiddi hann hjá ymsum fyritøkum í Havn. Hann arbeiddi í heilsøluni hjá Niels Johannesen, síðani hjá Bendtsen, til hann í 1952 arbeiddi fyri Grønlandsfelagið og var hann tvær reisur í Føringahavnini á sumri og arbeiddi í handlinum har. Eftir tað arbeiddi hann hjá Farodane og seinni aftur hjá Einar Storr, til hann í 1958 byrjaði fyri seg sjálvan við heilsølu, har hann seldi nógv ymist. Tó er hann mest kendur fyri at selja tógv. Hetta førdi m.a. við sær at kona hansara, Marita, byrjaði at reka tógvhandilin Igloo.
Georg giftist í Sands kirkju tann 11. juli 1948 við Maritu Hentze Viderø, ið var dóttir Christian Michael Viderø (1894-1975) uppi í Stovu, í Trøðum á Sandi og Johannu Karolinu Hentze (1897-1987) úr Uttarustovu á Sandi. Tey fingu 6 børn. Hans Arni f. 1949, Kári f. 1951, Bergur f. 1953 d.1987, Heri f. 1955, Randi f.1958 og Thordur f. 1959.
Georg hevði stóran áhuga fyri samfelagsviðurskiftum sum heild. Hann var limur í barnaverndarnevndini í Havn frá miðskeiðis í 70-unum og sat í heili 22 ár í nevndini, harav 20 ár sum formaður.
Georg var íðin ættargranskari og hevur lagt nógva orku í hetta ítriv, sum fylti so stóran part av hansara lívið tey nógvu seinnu árini. Tað er ikki smávegis skrivligt tilfar, sum liggur eftir hann. Alt er hondskrivað.
Friður veri við minninum um Georg Thorsteinsson.