Skipsvitjan
Seinasta leygardag fingu vestmenningar forkunnuga vitjan, tá danska skúlaskipið Georg Stage ankraði upp á firðinum.
Ætlanin var annars ikki, at skipið skuldi koma til Føroya fyrr enn nú í vikuni, men ferðin gekk nógv skjótari enn væntað, og so varð avgjørtat fara at leggja seg á Vestmanna at »slappa av«.
Ikki so galið hjá teimum, sum dáma at síggja slík skip, tí nógv fólk hevur ferðast fram við umborð á Ternuni á veg til og úr Vágum, umframt øll tey, sum hava eygleitt skipið av landi.
Og so fingu teir 63 næmingarnir saman við yvirmonnunum umborð eisini tað upplivilsið, at ein grind legði beinini, meðan skipið lá á Vestmanna.
Georg Stage skal eftir ætlan koma til Havnar í dag og verður liggjandi til mánadagin.
Georg Stage er fullriggari, sum smíðaður er í Frederikshavn í 1935. Hann kann hava 65 næmingar umborð. Skipið er merkt 281 bruttotons og hevur við fullari seglføring 860 fermetrar av seglum uppi.
Hóast seglskip er, hevur tað eisini maskinu, um enn ikki so stóra. Ein 200 hk Alpha Diesel av tí góða, gamla slagnum, stendur í skipinum.
Tað hava nógvir føroyingar verið næmingar umborð á Georg Stage, og ivaleyst er onkur, sum hevur, ella fer, at fríska gomul minni uppaftur, nú skipið er í Føroyum.










