1. mai hevði Georg Otthamar í Havn arbeitt hjá politinum í 25 ár. Georg er føddur og uppvaksin í Havn, sonur Judith og Arthur Otthamar í Havn. Hann er føddur 7. juli 1955. 1. mai 1978 gjørdist hann politistanæmingur, hann var tá 22 ára gamal. Eftir lokna útbúgving varð hann settur sum politistur í Havn frá 1. juni 1980. Í 1993 varð settur sum varaleiðari á kanningardeildini. Frá 1. juli 1998 varð hann í tvey ár í starvi á danska ferðaliðnum. 1. juli 2000 varð hann aftur settur sum varaleiðari á kanningardeildini hjá politinum í Havn. Georg er giftur við Christu, f. Højgaard Hansen, úr Havn, dóttir Ann Britt og Gunnar Hansen. Christa og Georg búgva í Havn og eiga trý børn, tey eru: Gunnbjørn, Anna Helena og Bogi.










