Føroya Arbeiðarafelag hevur beint nú fingið nýggjan formann
Tað er Georg F. Hansen, sum nú er formaður í felagnum.
Tað er greitt, eftir at formansvalið er liðugt fyri lítlari løtu síðani. Hann varð valdur uttan attkvøðugreiðslu, tí hann hevði onki mótvalevni.
Fleiri uppskot vóru, men tey bóru seg øll undan.
Hann hevur verið í nevndini í 23 ár og næstformaður í eini 10 ár.
Her situr Georg í mðjuni, undir liðini á fráfarnu forkvinnuni, Ingeborg Vinther.