Georg heldur fram í tvey ár afturat

Ongar broytingar eru í nevndini

Tað er nú greitt, at Georg F. Hansen úr Miðvági, heldur fram sum formaður í Føroya Arbeiðarafelag í tvey ár afturat.

 

Saman við trimum øðrum nevndarlimum, stóð hann fyri vali á aðalfundinum í felagnum í dag.

 

Les eisini: Nú vilja tey privatu skúma róman

 

Hinir tríggir nevndarlimir, sum stóðu fyri vali, vóru Karla Einarsson úr Rituvík, sum er næstforkvinna, umframt Suni Mortensen úr Hovi og Jógvan Páll Johansen úr Haldórsvík.

 

Les eisini: Arbeiðsfólk ræðast næsta løgtingsval

 

Øll fýra bjóðaðu seg fram aftur og tey vórðu øll fýra afturvald í nevndina.

Síðani skuldu aðalfundurin velja ein av nevndarlimunum til formann og har var Georg F. Hansen afturvaldur til formann.

Samstundis er tað greitt, at Karla Einarsson heldur fram sum forkvinna

 

Hinir fýra nevndarlimirnir í Føroya Arbeiðarafelag, eru: Elin Sørensen, næstforkvinna, úr Havn, Sunrid Vang úr Froðba og Julia Hansen úr Æðuvík.

 

Les eisini: Arbeiðsloysið hevði vaksið 500 fólk

 

Fyrsti tiltakslimur er Laila Haraldesen, annar nevndarlimur er Fríhild Winther og triði nevndarlimur er Harry Benjaminsen.

Fríhiold Winther varð vald ístaðin fyri Doru Mikkelsen, sum ikki tók við afturvali.