Georg er til reiðar

NÝGGUR FORMAÐUR Nýggi formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag er fullgreiður yvir, at hann fær stórar skógvar at fylla, men hann er til reiðar

- Tað verður ein stór avbjóðing at fylla skógvarnar eftir Ingeborg Vinther.
Tað ásannar Georg F. Hansen.
Hann er eitt sindur eyðmjúkur um tað stóra álitið, sum føroyska Arbeiðarafjøldin vísti honum í gjár.
Legendariska forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag, Ingeborg Vinther, legði frá sær sum forkvinna í felagnum eftir heili 31 ár í sessinum.
Og á aðalfundinum í gjár var 58 ára gamli miðvingurin, Georg F. Hansen, valdur til nýggjan formann í felagnum.
Hann varð einsamalt valevni til formanssessin í Føroya Arbeiðarafelag.
Fleiri onnur uppskot vóru, men tey bóru seg øll undan.
Ein av teimum var Jógvan Páll Johansen í Haldórsvík, men hann bar seg undan, tí hann metir, at hann hevur ov lítlar royndir í fakfelagspolitikki.
Eitt annað uppskot, Karla Einarsson í Rituvík, bar seg eisini undan, men hon kundi ikki skjóta seg inn undir at hon er óroynd í fakfelagsarbeiði, tí hon hevur verið forkvinna í arbeiðarafelagnum, Hæddini, í nógv ár, umframt at hon hevur verið nevndarlimur í Føroya Arbeiðarafelag í eitt langt áramál.
Hinvegin sigur hon, at tey í nevndini høvdu tosað um, at Georg F. Hansen var tann mest nátúrligi arvatakarin eftir Ingeborg Vinther.
Tað halda tey, tí hann hevur verið nevndarlimur í felagnum í 23 ár og hesi seinastu 10 árini hevur hann verið næstformaður og sostatt høgra hond hjá Ingeborg Vinther.
Og tað endaði eisini við, at Georg F. Hansen varð valdur til formann uttan nakað mótvalevni.

Til reiðar
Við hesum kann staðfestast, at tey í Føroya Arbeiðarafelag valdu ta tryggu loysnina við at velja ein formann, ið hevur so drúgvar royndir í felagnum.
Og hóast nýggir formaðurin ásannar, at tað verður ein avbjóðing av teimum heilt stóru at taka við eftir Ingeborg Vinther, er hann eisini ivaleysur í, at hann fer at klára uppgávuna.
Hann sigur, at hann er væl kunnugur við Føroya Arbeiðarafelag og hann er somuleiðis væl kunnugur við tey mál, felagið arbeiðir við.
Hann skal sostatt ikki brúka tíð at seta seg inn í fakfelagsarbeiði ella tey mál, Føroya Arbeiðarafelag fæst við.
Nýggir formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag ásannar samstundis, at tað liggja nógvar og stórar uppgávur fyri framman.
Ein uppgáva, hann ætlar at átaka sær, er at styrkja sambandið ímillum lokalfeløgini og Føroya Arbeiðarafelag.
Har hevur kinkur verið í summastaðni. Serliga kend er ósemjan, sum tók seg upp, tá ið fiskiflotin lá og talan varð um at íslendsk skip skuldu avreiða í Føroyum.
Føroya Arbeiðarafelag segði nei, men tað vildu feløgini í Fuglafirði ikki binda seg til at fylgja.
Hesi viðurskiftini skulu fáast í rættlag, hevur nýggi formaðurin sett sær fyri og í hesum sambandi ætlar hann at vitja øll lokalfeløgini at tosa um viðurskiftini.
Ein onnur uppgáva er ávirka ætlanina at gera eina nýggja pensjónsskipan, tí Føroya Arbeiðafelag heldur ikki, at ætlanin, sum nú er á borðinum, kann góðtakast.
- Vit krevja, at ALS, Barnsburðargjald og onnur gjøld, eisini skulu vera eftirlønargevandi og somuleiðis fyritíðarpensjón og forsorgarhjálp.
- Annars verður verkafjøldin nógv verri fyri á ellisárum og tað kunnu vit ikki góðtaka, sigur hanm.

Frøi og vónbrot í Føroya Arbeiðarafelag

Tað var ein spennandi løta, tá ið tríggir nýggir nevndarlimir skuldi veljast í Føroya Arbeiðarafelag í gjár.
Frammanundan var greitt, at minst ein nýggjur nevndarlimur skuldi veljast, fyri Ingeborg Vinther, sum hevur boðað frá, at hon tekur ikki við afturvali.
Og eftirsum hon leggur fakfelagsárarnar inn eftir 31 ár í formanssessinum í Føroya Arbeiðarafelag, skuldi eisini nýggjur formaður veljast ímillum teir sjey nevndarlimirnar.
Tríggir nevndarlimir stóðu fyri vali.
Umframt Ingeborg Vinther, vóru tað Karla Einarsson úr Rituvík og Jógvan Páll Johansen úr Haldórsvík og tey vórðu bæði afturvald.
Triði nevndarlimurin er Suni Mortensen úr Hovi, sum sostatt er nývaldur.

Vónbrotin
Annars var skilligt, at feløgini í Eysturoy høvdu frammanundan tosað um at velja Harry Benkaminsen í nevndina.
Men tað helt ikki, tí tá ið avtornaði, atkvøddu bara helvtin av teimum 50 eysturoyingunum fyri honum.
Sostatt fekk hann bara 29 atkvøður og tað var alt ov lítið til ein nevndaresss, tí fyri at verða valdur, skuldi hann næstan fingið tvær ferðir so nógvar atkvøður.
Eftir valið duldi hann ikki fyri, at hann var vónbrotin og helt, at tað var sera vánaligt, at eysturoyingar skuldu standa so illa saman.
Hinvegin fegnast suðuroyingar um at varðveita ein nevndarlim í felagnum, nú Ingeborg Vinther er farin frá.