Georg einmælt afturvaldur

Heldur ikki hesa ferð stillaði nakar upp ímóti honum, men Føroya Arbeiðarafelag hevur nú fingið ein nýggjan nevndarlim

Tað er nú greitt, at Georg F. Hansen úr Miðvági, heldur fram sum formaður í Føroya Arbeiðarafelag í tvey ár afturat.

 

Felagið hevur havt aðalfund í dag, og har varð Georg F. Hansen afturvaldur til formann, uttan at nakar stillaði upp ímóti honum. Valskeiðið er tvey ár, so hann verður í minsta lagi verandi formaður til á vári í 2019.

 

Tríggir aðrir nevndarlimir stóðu fyri vali hesa ferð. Tveir av teimum vóru Jógvan Páll Johansen úr Haldórsvík, Suni Mortensen úr Hovi, og teir vórðu báðir afturvaldir.

 

Hinvegin hevur Karla Einarsson, sum hevur verið nevndarlimir í Føroya Arbeiðarafelag í eitt mannaminni, tikið seg úr nevndini av heilsuávum og fyri hana varð Amy Jacobsen úr Sørvágs Arbeiðarafelag, vald í nevndina, og hon er sostatt einasti nývaldi nevndarlimur í felagnum.

 

Hini trý í nevndini í Føroya Arbeiðarafelag, eru Sunrid Vang úr Fiskepigernes Fagforening á Tvøroyri, Elin Sørensen úr Kollafjarðar Arbeiðarafelag og Julia Hansen úr Hæddini í Runavík.

 

Annars er Maud Túgvustein í Fuglafirði, fyrsti tiltakslimur í nevndini fyri Føroya Arbeiðarafelag, Fríðhild Winther úr Skopun er annar tiltakslimur og Harry Benjaminsen av Toftum er triði tiltakslimur í nevndini í Føroya Arbeiðarafelag.