Lis Mortensen, (lm@jardfeingi.fo)
Rolf Guttesen, (rolfg@setur.fo).
-----------
Fólk við útbúgving ella áhuga í geografi hava nú savnað seg í einum netverki, sum kallast “GAIA”, og harvið tikið stig til at menna áhugan fyri geografi í Føroyum.
Evnið fyri fyrsta seminarið í “GAIU”, sum bleiv hildið í Havn tann 7. mai, var ”Kort og Atlas”. Á skránni vóru trý høvuðsevni.
Nýtt føroyskt heimsatlas má hava dygd
Nám (fyrr Skúlabókagrunnurin) fyrireikar nýtt heimsatlas til føroyska skúlaverkið. Kjak hevur tikið seg upp um staðanøvn í atlassinum. Rolf Guttesen greiddi frá teimum stovnum, sum eru á pallinum, nevnliga Skúlabókagrunnurin, føroyska Staðanavnanevndin, Collins forlagið, UNGEGN (United Nations Group of Experts on Geographical Names).
Lis Mortensen vísti nøkur nýggj kort um m.a. havbotnin kring Føroyar og ístíðina, sum Jarðfeingi fyrireikar til tað nýggja atlassið.
Geodesi í Føroyum er grundarlagið fyri kortlegging
Stein Fossá frá Umhvørvisstovuni, legði fram. Hann greiddi frá kortprojektiónum og grundleggjandi princippum í kortlegging. Hann vísti á gomlu 281 m longu basislinjuna úti við Landavegin, sum var grundarlagið fyri fyrstu uppmátingini av Føroyum. Hvørjaferð landið varð uppmált av nýggjum, vóru skeivleikar rættaðir, sum viðførdu, at oyggjarnar krympaðu.
GIS – teldutøk kort til undirvísing og gransking
Lis Mortensen greiddi frá GIS (Geografisk Informatións System) og teldutøk kort til undirvísing og gransking. Hon brúkti sum dømi eitt digitalt landslags-modell, sum Thomas Balstrøm, ið er serkønur á hesum øki, hevði útviklað við Fjallavatn og Kvíandali í Vágum.
Nýggja netverkið kallast “GAIA”
Samtykt var at geva netverkinum navnið ”GAIA”, sum er gamla grikska jarðargudindan, sum eisini kann uppfatast sum sjálv Móðir Náttúra. Gaia ella gea er eisini upphav til nøvnini á fleiri vísindagreinum: Geografi, geologi, geodæsi og geometri.
Endamálið við netverkinum “GAIU” er at savna geografar og øll, sum eru áhugaði í slíkum evnum, fyri at økja um áhugan fyri fakinum í Føroyum, skipa fyri fundum, seminarum, útferðum og upplýsandi tiltøkum.
Ætlandi verður næsta tiltakið umleið 1. september. Tá verður skipað fyri eini útferð í tveir dagar við evninum ”Føroyska bygdin í gamla bóndasamfelagnum”. Ætlanin er at vitjaí nøkrum bygdum, meðan leiðin gongur til Gásadal, har luttakararnir steðga fyri náttina. Síðan gongur leiðin uppum fjallið úr Gásadali til Víkar á Vágoynni.
Opin felagsskapur
Luttakararnir á fyrsta fundinum í “GAIU” samdust um, at øll við áhuga fyri geografi, sum skúlafaki, granskingarøki ella ítrivi, eru vælkomin uppí netverkið. Fólk, sum hava hug at luttaka í GAIA-tiltøkum kunnu senda ein teldupost til Lis Mortensen ella Rolf Guttesen
Netverkið hevur stovnað ein Facebook-bólk við heitinum “GAIA-Føroyar”, har áhugaði kunnu fylgja við virkseminum í “GAIU”.