Geo Caribbean aftur á Pollinum

Seinnapartin í dag kom Geo Caribbean aftur á Pollin og setti 15 mans av, sum skuldu á flogvøllin. Teir hava verið norðanfyri Føroyar og roynt útgerðina.

 

Skiparin, Høgni Vest, fór eisini av og ístaðin førir ein norskur skipari, sum hevur verið við henda royndartúrin, bátin niður til Frederikshavn, har hann skal gerast klárur í tríggjar vikur.

 

Jóan Magnus Johannesen fór við sum stýrimaður til Danmarkar, og hann førdi eisini MOB-bátin í dag.

 

Longu í næstu viku fer Høgni Vest umborð aftur at vera við til klárgerðingina í Frederikshavn. Báturin kostaði 800 milliónir at gera og útgerðin, sum er umborð, kostar aðrar 800 milliónir

 

Orð og myndir: Dávur Winther.