Geo Arctic misti útgerð fyri fleiri milliónir

Í illveðrinum í vikuni misti seismikskipið Geo Arctic seks kilometrar av kaðali sunnanfyri Føroyar

Einir seks kilometrar av kaðali, sum nýttir verða til seismiskar kanningar, liggja helst á botni einastaðni suður móti føroyskt/enska sjómarkinum.

Tað var russiksa seismikskipið, Geo Arctic, sum fleiri ferðir hevur verið á Havnini, sum misti hesa útgerð í illveðrinum í vikuni.

Talan er um útgerð fyri eina milliónaupphædd. Einar tvær milliónir US $, sigur Árni Dam á Skipafelagnum Føroyum, sum er umboðsmaður hjá skipinum í Føroyum.

Skipið var statt á 59 stigum og 50 minuttum norður og 07 stigum og 28 minuttum vestur, tá tað misti útgerðina.

Árni Dam sigur, at hann hevur havt samband við skipið, men seinast, hann tosaði við teir, høvdu teir einki sæð aftur til útgerðina.

Kaðalútgerðin, sum sleipað verður aftur úr skipinum, flýtur vanliga við boyum. So ein møguleiki skuldi verið at funnið hana aftur, um hon framvegis er omaná.

Tá Árni Dam fekk fráboðanina frá skipinum, fekk hann eitt skotskt flogfar at fara at leita. Men veðrið var ringt, og einki var at síggja, sigur Árni Dam.

Skipið er tó enn á positiónini, og ætlanin er at fara at dreggja, tá líkindini verða frægari.

Annars hevur eitt annað seismikskip, Bergen Surveyor, verið á Havnini og kroka um dagarnar.

Árni Dam, sum eisini er umboðsmaður hjá hesum skipinum, sigur, at skipið tók nakað av útgerð, áðrenn tað skuldi avstað aftur.