Aftur í kvøld verður danski bólkurin Girl Jam at hoyra í Rex. Bólkurin spælir einans tónleik, hvørs upprunaliga sangari er kvennkyn. Bólkurin, sum hevur fýra ár á baki og kemur úr Århus, kallar tónleikakonseptið fyri ?kvinnurnar í nútíðini og 90´unum?. Á skránni eru m.a. Pink, Kelly Clarkson, Anastacia og Beth Hart.
Forsangarin í Girl Jam eitur Helle Storm, og hon sigst at meistra bæði tey illu orkumiklu rokkløgini og tær vøkru balladurnar.
Á heimasíðuni verður upplýst, at eitt kvøld við Girl Jam leggur upp til eitt rættiliga ´bitchy´ kvøld.
Til ber at fáa ein forsmakk av nøkrum av løgunum á heimasíðuni www.girljam.dk.