Genturnar til Moldova og Pólland

Lutakastið sendir føroysku genturnar til Moldova og Póllandi

Lutakast um, hvussu spælast skal í næstu EM-undankapping fyri U17- og U19-landsliðini við gentum hevur verið, skrivar fsf.fo.

 

Fríggjadagin var lutakast um, hvussu føroysku U17- og U19-landsliðini við gentum skulu spæla í næstu EM-undankappingum, sum verða á heysti komandi ár.

 

Hjá U17-landsliðnum háttaði tað seg soleiðis, at Føroyar komu í bólk A saman við Sveis, Póllandi og Ukraina. Kappingin verður í Póllandi frá 10. til 16. oktober 2017.

 

Lutakastið hjá U19-landsliðnum endaði við, at føroyska liðið skal til Moldova at kappast. Umframt vertslandið og Føroyar, verða Italia og Frakland eisini við í kappingini, sum verður í døgunum 16. til 22. oktober 2017.