Gentur U17: KÍ vann greitt

KÍ vann 5-0 á B36 í steypafinaluni hjá gentum U17

Steypafinaluni vikuskfitið í fótbólti er byrjað. Fyrsti vinnarin er KÍ, sum vann gull í aldursbólkinum U17 hjá gentum.

 

Samanumtikið bleiv talan um greiðan sigur, men í hálvleikinum var støðan bara 1-0, og B36 var væl við í dystinum. Einsamalla málið í fyrra hálvleiki skoraði Amanda Johannesen aftaná eitt korter.

 

Tíðliga í seinna hálvleiki økti innskifta Anna Absalonsen, eftir innlegg úr høgru síðu. Hetta tók nakað av mótinum frá B36 gentunum. KÍ økti løtu seinni við málið, sum Erla Christiansen skoraði við hørðum skotið.

 

Síðani tók Evy á Lakjuni yvir. Hon vísti fleiri ferðir tekin um góðan bóltførleika. Framherjin skoraði til bæði 4-0 og 5-0.

 

Jan M. Laursen, U17 landsliðsvenjari, valdi Erlu Christiansen hjá KÍ til dagsins spælara.

KÍ - B36 5-0 (1-0)
1-0 Amanda Johannesen, 15

2-0 Anna Absalonsen, 44

3-0 Erla Christiansen, 56

4-0 Evy á Lakjuni 67

5-0 Evy á Lakjuni, 80