Gentur í millumskúlaflokki

Mynd frá realskúlaframsýningini, sum Jórunn Dánialsdóttir skipaði fyri í Kommunuskúlanum í Havn í 2007. Myndin er av fýra gentum í 4. millumskúlaflokki í 1946, sum lesa til próvtøku.

Fremst f.v.: Gunna (Dyssa) Zachariassen, Anna Jacobsen (Mohr) og Ingibjørg Jacobsen (Djurhuus). Aftan fyri tær er Anna Sofía Hentze (Nolsøe).


Um onkur hevur hug at ogna sær hesa mynd, er viðkomandi vælkomin at venda sær til Jórunn Dánialsdóttir á telefon: 226024. (mynd nr. 19).



Myndaeigari: Ingibjørg Djurhuus