Gentur funnar myrdar

Seinastu mánaðarnar hevur amrikanska løgreglan leitað eftir tveimum gentum, 12 og 13 ára gamlar, og nú hava myndugleikarnir funnið líkini av teimum.

Seinastu mánaðarnar hevur amrikanska løgreglan leitað eftir tveimum gentum, 12 og 13 ára gamlar, og nú hava myndugleikarnir funnið líkini av teimum.
Tey bæði líkini vórðu funnin uttan fyri eini húsini hjá tí 39 ára gamla Ward Weaver, men sambært FBI er maðurin ikki skuldsettur fyri at hava beint fyri teimum. Tað er tó ein sannroynd, at tann 39 ára gamli maðurin kendi ta 12 ára gomlu Ashley Pord og ta 13 ára gomlu Mirandu Gaddis, tí tær báðar vóru vinkonur dóttur hansara.
Ein sonur Ward Weaver hevur sagt fyri løgregluni, at pápi hansara myrdi tær báðar genturnar.