Hóast Neistin í gjár tapti kvinnufinaluna fyri Kyndli, so eru ábendingar um at framtíðin er bjørt hjá kvinnuliðnum hjá teimum bláu úr Havn. Neistin átti nevniliga bæði liðini í finaluni.
Les eisini: Beinleiðis stroyming frá finalunum
Ikki heilt óvæntað, so vann A-liðið á B-liðnum. Talan bleiv tá samanumkom um ein stórsigur 22-6. Eftir dystin bleiv Maria Pálsdóttir Nólsoy úr Neistanum A vald til dagsins spælara.
Venjari hjá Neistanum eru Sigrun Mikkelsen og Eyðun Rannváarson.