Gentur 10: H71 vann í umdysti

Jóhanna Sørensen tryggjaði H71 steypagullið

H71 er streypavinnari í hondbólti í aldursbólkinum gentur 10 ár. Tær vunnu 10-8 á StíF, men tað skuldi umdystur til, áðrenn genturnar úr Hoyvík megnaðu at tryggja sær steypið.

 

Stutt fyri dystarenda í vanligari leiktíð, var tað annars StÍF, sum var á odda. H71 megnaði tó at javna. Í umdystinum setti H71 trumf á í fyrra hálvleiki, tá tær skoraðu trý mál upp í slag. Genturnar av Strondum stríddu seg inn aftur í dystin við tveimum málum, men tað var akkurát ikki nokk.

 

Tað endaði við, at dagsins spælari – kosin av Hondbóltssambandinum – Jóhanna Sørensen sendi bóltin í málið fyri áttandi ferð til endaliga úrslitið 10-8.

 

H71 hevur nú vunnið tríggjar av fýra steypafinalum, sum hava verið um vikuskiftið. H71 hevur vunnið mansfinaluna, U18 dreingir, og nú eisini í aldursbólkinum gentur 10.