Gentukórið venur í hesum døgum fleiri jólasangir, sum tær fingu frá Lindu fyri nøkrum vikum síðani saman við eini sangvegleiðing. Linda kemur til Føroya fríggjadagin 6. desember, har hon fær møguleika at venja sangirnar saman við gentukórinum. Dagliga venja genturnar annars í kórið hjá Eli og Britu á Váli Smith, sum soleiðis eru teirra sangmentorar.