Í kórinum eru 16 gentur í aldrinum frá 12 til 16 ár. Kórið verður stjórnað av Joannu Johansen og Kára Bæk.
##med2##
Cantus hevði sína fyrstu konsert á ferðini í gjárkvøldi í Anskars Kirke í Odense, saman við Det Fynske Kammerkor. Á konsertini sungu kórini hvør sær, og sungu eisini tveir sangir saman.
Í dag, 17. mai kl. 16, hevur kórið konsert í Horne Kirke, og í morgin kl. 10.30 í Vor Frue Kirke í Svendborg.
Trýstið á pílin á myndini fyri at hoyra og síggja kórið.










