Myndugleikarnir í Kolumbia siga, at teir gava tikið eina ellivu ára gamla gentu, sum royndi at sleppa inn í eitt fongsul í býnum Medillin við 74 fartelefonum og einari skammbyrsu.
Gentan fjaldi viðførið innan fyri eina troyggju, sum var alt ov stór, men hon lumpaði ikki vaktarmenninar.
Leiðslan í fongslinum sigur, at gentan skuldi inn í fongslið at vitja skyldfólk, sum eru sett í fongsul fyri brot á vápnalógina. Gentan var ikki einsamøll, men fylgdist við einari 25 ára gamlari kvinnu, og sum skilst royndu tær at billa vaktarmonnunum inn, at tær vóru systrar.
Nú sita báðar í varðhaldi hjá løgregluni í Medillin, skrivar Reuters.