Genta situr á garði

Sólmundur Joensen ? juli 2004

Genta við síðum, myrkum hári
og reyðum skóm
situr á garðinum og skoðar háhúsini
eitt skelti lýsir í myrkrinum
meðan peningagreðingarnir og
teirra leigusveinar
vaska tjóvagóðsið
og teirra hendur
proletararnir knógva undir tungum
trælaoki
í túsundatali líða neyð og doyggja
í hungri
tyngjandi drepandi einsemi
luksusdýrini stuttleika sær
við gleðisgentum
vesturheimsins ómettandi girnd
børn og ungdómur søluvøra
fyri at nøkta hesi illtýggini
gentan rópar: tilfeingi
tjóvagóðsið aftur til fólkið!
alt tit hava er fólksins ogn
taki tykkara skarn, eiturevni
og 110 milliónir landminir
stórreiðaradótturin og
dóttur vápnaframleiðslubølmenni
drekka heita kakamjólk
reiðarin og vápnaframleiðslubølmenni
spæla sær við krígsleiku
ein úlvur í seyðaskinni stendur hjá teim
ein eingil situr og grætur við eldstaðin
á vøllinum við garðin bíðar skúlataskan.