Genta datt av prutli

Um hálvgum tíggju tíðina í gjárkvøldið fekk løgreglan eina fráboðan um eitt ferðsluóhapp á Giljanesi.

 

Talan var um eina 14 ára gamla gentu, sum var farin ein túr á einum prutli og var dottin. Gentan var send á Landssjúkrahúsið til kanningar, tí illgruni var um, at beinið var brotið.

 

Ikki er greitt, hví gentan og prutlið duttu. Eingin annar var partur av lítla óhappinum. Eitt er tó greitt, aldursmarkið fyri at koyra á prutli er 16 ár.