Genialir slóðbrótarar

Um ikki Hugo Fjørðoy og Lars Larsen fyri skjótt hálvari øld síðani av sínum eintingum við einum ótroyttiligum vilja og undir umstøðum sum eingin í dag kann ímynda sær, fingu sett á stovn flogvegis samband við útheimin, høvdu Føroyar helst ongan flogvøll havt í dag

Eins og nú so var mótstøðan úr miðøkinum og alt varð gjørt, til at forða hesum báðum slóðbrótarum í at fáa framt teirra ætlan um flogvegis samband við meginlandið. Teirra hugflog var jú eina hálva øld fremri enn teirra mótstøðumenn tá, eins og teimum, sum nú rópa upp um »ein altjóða flogvøll«.

Í hesa skjótt hálvu øldina hevur Vága floghavn verið ein mega faktorur, ið hevur flutt okkara samfelag frá »Tjaldurstíðini« fram til eitt ta mest framkomna landið í heiminum.

Hvar hevði okkara samfelag staðið í dag, um vit ikki hesa tíðina høvdu havt ein vælriknan flogvøll.

Ein hevur loyvi at hugleiða, men eingin ivi er um, at mangt hevði verið øðrvísi, og vóru tað ikki tveir genialir sørvingar við hugflogið, so høvdu Havnaborgarar kanska enn í dag staðið úti á Molanum og tikið ímóti ferðandi av Tjaldrinum.