Genial søga um hund og túsundbein

Bókin Innantanna Anna og Túsundbeinið Súni er ein genial barnaskaldsøga. Stutt og stuttlig, men eisini djúp og gjøgnumførd

 

Ummæli

 

Fyrstu ferð eg møtti hundinum, Innantanna Annu, og túsundbeininum Súna var í Mín Jólabók 2008. Har er ein lítil, stuttlig jólasøga um tey bæði og vinir teirra. Hóast hendan søgan er millum tær frægastu í jólabókini, so gevur hon ikki eina rættvísa mynd av bókini hjá Oddfríða M. Rasmussen við sama heiti.

Eg og synirnir flentu fleiri ferðir, meðan vit lósu jólasøguna, men tað var nógv sum vit ikki skiltu. Hví æt hundurin Innantanna Anna, og hví æt søgan Anna og Súni, tá tað vóru Alvi og Súni, sum fyltu mest. Har vóru nógvir leysir endar.

Tá vit so fóru í gongd við bókina Innantanna Anna og Túsindbeinið Súni væntaði eg fleiri stuttligar søgur av sama slag sum í jólabókini. Tíbetur varð eg yvirraskað. Bókin er nógvar ferðir betri enn jólasøgan. Hetta er ein barnaskaldsøga. Stutt og stuttlig, men eisini djúp og gjøgnumførd.


Tær bestu barnasøgurnar hava fleiri løg, sum gera at børn í ymiskum aldrum fáa ymiskt burturúr. Hetta kann sigast um søgurnar hjá H. C. Andersen og Astrid Lindgren, og ið øllum førum í mínum húsarhaldi, vísti bókin hjá Oddfríða M. Rasmussen seg at hava somu dygd.

Eg las søguna fyri 7 og 10 ára gomlu synunum. Sjey ára gamli vildi hoyra søguna umaftur, og honum dámdi best prumpandi túsundbeinið. Tíggju ára gamli sonurin fall fyri hundinum Alva og gekk í fleiri dagar og endurtók allar sínar setningar tríggjar ferðir (tí tað ger goyggjandi Alvi).

12 ára gamli sonurin setti seg í sofuna við bókini og legði hana ikki frá sær aftur, fyrr enn bókin var liðug. Honum dámdi dunnuungan, sum helt seg vera ein svana, og skilti meira av søguni um Innantanna Annu . Sjálv helt eg bókina vera so góða og stuttliga, at eg mátti lesa nøkur brot fyri manninum aftur við morgunmatinum.

Søgan byrjar í kosmos. Trygga verðin er lítli garðurin hjá eigarunum hjá Innantanna Annu. Ein kona, sum arbeiðir sum hjálparfólk í einum banka, og útróðrarmaður hennara, sum altíð gongur í hvítari, ternutari skjúrtu og svørtum selum. Vinurin hjá Innantanna Annu, Túsundbeinið Súni, býr eisini í lítla garðinum í einum lítlum húsum, sum líkjast Annusa húsum, sum líkjast húsunum hjá eigarunum.

Túsundbeinið Súni er sjálvstøðugur vinnurekandi og hevur bygt hús sítt við egnum beinum. Hann er líka illsintur og ótolin, sum Innantanna Anna er mild og still. Við øllum sínum stúlvum, hosum, fløktu beinum og stinkandi prumpum umboðar hann kaos, men hann er so lítil, at verðin koppar ikki av tí.

Veruliga kaosið kemur, tá Innantanna Anna fær loppukraga og mál. Tryggi dunnuhylurin verður órógvaður, vina-javnvágin millum hund og túsundbein hótt, og Innantanna Anna ræðist sítt nýggja snakki-dirvi. Tí leita tey bæði út í stóru vandamiklu verð at finna ein loysn. Tað skal ikki avdúkast her, hvussu søgan endar. Men sjálvandi verður ruðuleikin fullkomin, áðrenn friðurin aftur valdar. 



Bárður Oskarsson hevur teknað myndirnar í bókini. Við bókunum, Beinið og Hundurin, kettan og músin hevur Bárður Oskarsson longu prógvað at hann kann fortelja heilar søgur við nøkrum fáum strikum. Og heldur ikki hesu ferð skuffar hann.

Serliga væl eydnað er myndin, sum lýsir lítla garðin við teim trimum bilsnu húsinum sum eina heila verð. Somuleiðis eru myndirnar av túsundbeininum Súna og øllum hansara fløkjum og prumpum genialar. Einasti persónur, sum eg ikki rættiliga dugdi at góðtaka, var hundurin Alvi. Í mínum høvdi er hann ein lítil stuttbeintur bulldog. 



Myndirnar hjá Bárði Oskarssyni eru tó ikki avgerandi fyri søguna. Persónslýsingarnar í søguni eru so stuttligar og livandi, at myndir eru ikki neyðugar. Við einføldum lýsingum av hvussu tey síggja út, hvat tey gera, og hvat tey siga, verða Innantanna Anna, Túsundbeinið Súni, hundurin Alvi, kettan Kolbrún og Tórgrímur Dunnuungi livandi, trýdimensionellir persónar.

Í dag ber ikki til at siga, at nakað er “ov føroyskt” uttan at fáa eitt heilt herlið av málserfrøðingum at øsa seg, men eg má viðganga at eg mangan umorði søgurnar, sum eg lesi fyri børnunum um kvøldarnar. Kanska eru tær ikki ov føroyskar, men nógvar orðingar eru so gumputungar, at tað næstan er ov lætt at fáa børnini at sovna.

Soleiðis er ikki við Innantannu Annu og Túsunbeininum Súna. Her er málið kent, og torfør orð fáa snildar frágreiðingar. Samstundis flýtur bókin yvir við málsligum spæli. Børn vita at málið er ein leika, og í Oddfríða M. Rasmussen hava tey funnið ein, sum hevur skilt tað sama.


Mynd: Oddfríður

Børn vita, at málið er nakað man kann spæla við, og í Oddfríða M. Rasmussen hava tey funnið ein, sum hevur skilt tað sama