Geneve Motorshow 2016

Stóra bilaframsýningin í Sveis, Geneve Motor Show, læt upp í dag 3. mars. Framsýningin verður hildin í Geneve Palexpo, nærhendis altjóða floghavnini í Genève.

 

Bilaverksmiðjurnar kappast um at koma við nýggjheitum til hesa framsýning. Umframt nýggjheitirnar eru nógvir konseptbilar eins og elbilar, hybridbilar og brintbilar.

 

Fyrstu ferð bilaframsýning var í Geneve var í 1905. Framsýningin verður opin til sunnudagin 13. mars.