Genesis, ið hevði gylt ár við ávikavist Gabriel og Collins sum oddamonnum, hevur selt 150 milliónir eintøk av sínum fløgum og plátum. Hetta ger bólkin til ein av heimsins best seljandi bólkum nakrantíð.
Dagens Nyheter skrivar, at ætlanin er, at bólkurin spælir inn eina nýggja fløgu, ið væntandi verður givin út í heyst. Síðan fer bólkurin á konsertferð, har pallframførslan, ið varð gjørd í sambandi við konseptplátuna "The lamb lies down on Broadway", verður endurskapt.









