GÍ
- Eg var rætt og slætt troyttur av fótbólti. Eg hevði leikt á besta liðnum hjá GÍ síðani 1991, og hugurin var bara ikki til at blíva við.
Somikið bersøgin er Sámal Joensen, tá vit fregnast um, hví ein leikari, sum avgjørt var at rokna sum lyklaleikari hjá GÍ, og sum í fleiri ár eisini var fastur maður á landsliðnum, brádliga valdi at gevast.
Hetta var eftir lokna kapping í 2002, og tað hevur eisini endurspeglað seg í úrslitunum hjá gøtumonnunum, at teir hava verið ein av bestu leikarunum fyriuttan tey bæði seinastu árini.
Tryggur hjá Allani
Hann var ikki meira enn 16 ára gamal, tá hann í 1991 beit seg fastan á GÍ-miðvøllin, og bara tað í sjálvum sær sigur ikki so lítið um fótbóltsevnini, sum búðu í unga manninum. Millum teirra, sum hann stríddist um plássið við, taldust menn sum Magni, Henning og Pauli Jarnskor. Símun Pauli Justinussen og Jóan Pauli Olsen, so tað var ikki bara sum at siga tað.
Avrikunum bilti tó einki, og longu tvey ár seinni rakk hann upp á føroysku fótbóltstindarnar. Hetta tá hann gjørdist higartil yngsti leikarin, sum hevur fingið heiðurin sum ársins leikari í føroyskum fótbólti.
Og tá ættarliðsskiftið so spakuliga byrjaði at koma ígongd á landsliðnum, var Sámal eisini náttúrliga partur av hesum. Árini frá 1997 til 2001 var hann fastur partur av miðvøllinum hjá Allani Simonsen, sum ofta samanbar Sámal við gamla liðfelagan hjá sær, Jens Jørn Bertelsen. Eitt arbeiðsgrev á miðvøllinum, sum kanska ikki altíð var so sjónligur, men sum hvørja einastu ferð setti liðavrikið væl hægri enn tað, sum hann persónliga kundi fáa av umtalu.
Sjúkralegu á ferðini til Luksemburg førdi tó við sær, at hann misti plássið til Fróða Benjaminsen, sum síðani hevur sitið trygt á hesum. Ikki minst tí Sámal í fyrstu atløgu var plágaður av skaða, og í aðru atløgu tí gøtumaðurin valdi at royna tilveruna sum sjómaður í nøkur ár. Onkra einstaka ferðina var hann tó í hópinum hjá Henrik Larsen, men meira enn einstakir minuttir á vøllinum gjørdist talan ikki um.
Tungt at byrja
Eftir at hann í fjør byrjaði á skúla, eru møguleikarnir fyri fótbóltinum tó batnaðir heilt munandi, og sjálvur dylur hann heldur ikki fyri, at hugurin at spæla í dag er ein heilt annar, enn hann var fyri trimum árum síðani.
- Tað er sjálvandi strævið at byrja aftur. Venjingarstøðan er sjálvandi merkt av drúgva steðginum, og hon skal í øllum førum betrast, men stuttleikin er har. Fótbóltsliga haldi eg ikki, at eg standi nakað aftan fyri hinar, so tað er bara ein spurningur um venjing, staðfestir hann.
- Og eg ivist ikki í, at venjingarstøðan fer at koma í topp. Talan verður í ár um 27 umfør, so har eru nógvir dystir. Sjálvur rokni eg heldur ikki við, at nakað lið er í veruligum snúningum fyrsta mánaðin ella so, og yvirhøvur rokni eg við eini spennandi kapping. Eg dugi so ikki at síggja nakað lið, sum skal fara avstað alt fyri eitt.
Kollvelt GÍ-lið
Í mun til GÍ-liðið, sum Sámal tá spældi á, er talan tó um stórt umskifti í Gøtu. Tað er ikki longur ein støða heilt frammi í oddinum, sum miðjað verður eftir ? í øllum førum ikki her og nú.
- Liðið er jú broytt sera nógv. Tað eru at kalla bara Súni, Magni og Pól Henning, sum eru eftir av liðnum, sum eg spældi við í 2002. Krzystof var har eisini tá, men hann var skaddur at kalla alla tíðina.
- Hinvegin er ein rúgva av ungum leikarum komnir til. Evnaríkir ungir leikarar, sum heilt avgjørt hava møguleika at gera seg galdandi, og í øllum førum skulu vit betra um áttanda plássið, sum liðið rakk í fjør. Fáa vit viðrák, so eri eg eisini vísur í, at tað kann gerast nógv betri, men hinvegin er vandin við einum somikið ungum liði, at mótgangur kann merkjast heilt væl.
Og tað er ikki minst í hesum, at leikluturin hjá Sámali kann gerast týdningarmikil. Nakað sum hann eisini ásannar sjálvur.
- Saman við eitt nú Magna verður tað sjálvandi mín lutur at halda tropparnar savnaðar. Ikki minst, tá mótgongdin fer at koma ? tí hon fer at koma. Tá eru tað vit, sum hava royndirnar, ið skulu sláa kalt vatn í blóðið á liðnum, soleiðis at spælarar ikki fella í fátt.
Hetta seinasta verður kanska størsta avbjóðingin hjá manninum, sum nú má roknast sum veruligur veteranur. Eisini hóast navnabrævið sigur, at tey 30 júst eru farin afturum.










