Generalur tikin

Fyrrverandi serbiski generalurin Vlastimir Djordevic, sum er skuldsettur fyri krígsbrotsverk í borgarakrígnum í Kosovo í nítiárunum, er tikin í Montenegro. Sum skilst hevði generalurin fjalt seg í Montenegro, men samstarv millum myndugleikarnar har og í Serbia gjørdi, at hann bleiv avdúkaður. Krígsbrotsmannadómstólurin fyri gamla Jugoslavia heldur, at Djordevic flýddi til Russlands í 2001, eftir at fleiri hópgravir vóru komnar undan kavi í Kosovo. Í borgarakrígnum var hann trúgvur stuðul hjá táverandi serbiska leiðaranum, Slobodan Milosevic.